At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tað hevur vakt undran ímillum andstøðupolitikarar, at Heilsumálaráðið ikki hevur valt at taka upp samstarv við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum.

Harímillum Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum.

Tey hava hvør í sínum lag sett fram skrivligan fyrispurning til avvarðandi landsstýrisfólk hesum máli viðvíkjandi. Tað, sum bæði undrast á, eru tær vantandi grundgevingarnar fyri avgerðini.

Í gjár kom fram, at Novo Nordisk grunnurin í samstarvi við grønlendsku myndugleikarnar hevur gjørt av at seta upp eina diabetesmiðstøð í Grønlandi.

Ein slík verður hinvegin ikki sett upp í Føroyum - ikki enn í hvussu er -, tí Heilsu- og innlendismálaráðið hevur nevniliga, undir leiðslu av Sirið Stenberg, takkað nei til sama tilboð.

Avgerðin hevur loypt hvøkk á Diebetesfelagið, sum ikki hevur fingið kunning um tilboðið, ið sambært felagnum hevði verið kærkomið hjá teimum 3-4.000 føroyingunum við diabetes.

Hetta er eisini nakað, sum vísir Kaj Leo Holm Johannesen vísir á í viðmerkingum sínum til fyrispurningin.

Ditto Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur:

- Av tí, at Heilsu- og innlendismálaráðið ikki vildi taka upp samstarv við Novo Nordisk grunnin, hevur Jannik Hilsted, ið hevur evstu ábyrgd fyri játtanum til diabetes verkætlanir, sum Novo Nordisk grunnurin veitir, slept ætlanunum um samstarv, skrivar Fólkaflokstingkvinnan millum annað í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Kaj Leo Holm Johannesen førir í aðrar mátar fram, at Føroyar eiga at taka lut í øllum virksemi, sum kann betra um viðgerðir í heilsuverkinum, og sum kann menna føroyska sjúkrahúsverkið.

Herundir undrast hann á, hvønn myndugleika, stovn ella aðrar áhugabólkar Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur ráðført seg við um avgerðina.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur undrast í hennara lag á, hví Heilsumálaráðið ikki setti seg í samband við Diabetesfelagið, og vil hon hava at vita, hvørja ávirkan avgerðin hevur fyri diabetessjúklingar í Føroyum.

- Tað er sera óheppið, tá Heilsu- og innlendismálaráðið tekur so stóra avgerð uttan at ráðføra seg við Diabetesfelagið, tí ein slík miðstøð hevði uttan iva verið diabetessjúklingum at gagni, sigur hon.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spyr harumframt, hvørt "landsstýriskvinnan metir, at umstøðurnar hjá diabetessjúklingum eru nøktandi, og um so varð, at ein diabetesmiðstøð varð sett upp í Føroyum, hvussu nógv nýggj arbeiðspláss so høvdu verið skapt.

Sirið Stenberg hevur tíggju yrkadagar at svara fyrispurningunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo