Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Lesarin skrivar

Anfinn Nielsen á Facebook: Lítið visti man um,  at tá ið ein fyri 51 árum síðani, á fyrsta sinni, legði leiðina yvir á Flemish Cap, bert 13 ára gamal, at tað mong ár seinni bleiv tosað um at ein var við til at vinna Føroyskum fiskimonnum søgulig rættindi,

At eitt ótal av blaðungum dreingjum skuldu fáa eina viðurkenning av "útlenskum" mynduleikum, fyri allar teir upp til halvt ára longu túrarnar, og allar tær inn ímillum súru looongu løturnar, bløðandi um fingrarnar í egningarskúrinum.

Ei heldur rokni eg við at avvarðandi myndugleikar av kvotuni á Flemish Cap yvirhøvur hava givið sær far um, at vit nú í árinum 2019 hava ein "Peningagraðan akademiskan fiskimalaráharra" ið reint út sagt skítur á søgulig uppvunnin rættindi fyri henda líniflotan, ið enn hórar undan, eftir mong mong rakár.

Hetta er reint sagt ein skammilig skemdargerð ímóti hesum fiskimonnunum. Ein sorgardagur. Fy for fanin sigi eg bara. Gott fiskarí til tykkum har yvuri, tit hava uppiborið hvønn ein stert. Òkeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo