Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Onnur tíðindi

Allan desember mánað hevur ein serstakur jólafilmur verið at sæð á húsavegginum á ráðhúsinum í Runavík.

Síðan 1. desember hevur býráðshúsið verið nýtt sum filmslørift. Tá tendraði nevniliga fyrsti animatiónsfilmurin, sum er partur av jólahugnanum í økinum, skrivar runavik.fo.

Leygardagin verða so fýra nýggir filmar lagdir afturat, og uttandura filmssýningin heldur fram inntil 6. januar 2020.

Fastur táttur hevur verið at pynta økini í kommununi við smærri jólatrøum og perum. Jólamenninir vitja, stóru jólatrøini verða tendrað, og brandbilurin vitjar í fleiri bygdum. Harumframt hava Jólaskipið, Jól í Gamlavegi á Skála og ikki minst Jólabygdin í Æðuvík verið við at skapa lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi.

Í ár hava tey í Runavík so roynt at skapa øðrvísi lív í býnum við tí, sum nevnist ‘Projection mapping’ ið á ein serstakan hátt varpar animatión og aðrar litfagrar sýningar á eina 3D flatu, sum í hesum føri er ein stórur húsaveggur.

Tað er Visit Runavík sum í samstarvi við Steingrund Akustik, Tectonic og Turfroofproductions standa fyri verkætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo