Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Krutl

Fólkakirkjan:  Ein stórur partur av arbeiðinum hjá einum presti er at tosa og aftur tosa. Men hvat hendir, tá ein setir fleiri føroyskar prestar saman á eitt og sama stað, við teirri einu treyt, at tað ikki er loyvt at siga eitt einasta orð?

Hesa avbjóðingina sluppu føroysku prestarnir at royna fyrr í mánaðinum, tá teir luttóku á sonevndum kyrrudøgum á Hotel Norð á Viðareiði. Tað einasta teir skuldu gera í samfullar tríggjar dagar var at halda seg kúrrar.

- Hetta var fyrstu ferð at eg luttók í tílíkum tiltaki, og tí skuldi eg líkasum venja meg við at vera í tøgn í so langa tíð. Men eg haldi so avgjørt, at henda tøgnin gjørdi mær persónliga gott, sigur ein av prestunum, Ann Dahl Hansen.

Í samrøðu við sendingina ”Góðan Morgun, Føroyar” greiddi hon í farnu viku frá, at tað var sera løgið at skula vera soleiðis saman við starvsfelagum sínum, uttan at kunna siga eitt einasta orð við teir, og ikki eingang at kunna ynskja teimum ”góðan morgun”.

- Míni nærmastu høvdu lítla vón um at eg fór at klára at halda meg kúrran, meðan skeiðið vardi. Men tað gekk sum tað skuldi, greiðir Ann víðari frá.

Og hon leggur aftrat:

- Eg hevði tikið fleiri bøkur við mær, og ætlaði mær eisini at skriva onkra prædiku. Men nei, - eg avgjørdi ikki at skriva eitt einasta orð til nakra prædiku, men bara at njóta kvirruna hesar tríggjar dagarnar. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo