Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vinna

Á aðalfundinum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum var á skránni í dag, var m.a. val av nevndarlimum á skránni.

Nevndarlimir felagsins eru nú: Ellintur M. Abrahamsen, Fuglafjørður. Jákup Gøthe, Nes (Eysturoy). Kristen Friis, Vestmanna. Niels J. Nielsen, Sørvágur. Annfinn Fagraklett, Norðagøta. Jan Haldansen, Vestmanna. Svenning Borg, Vágur. Leivur Christiansen, Miðvágur. Jørgen Nielsen, Norðagøta. Annfinnur Garðalíð, Skála og Elias Zachariasen, Tórshavn.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Elias Zachariassen sum næstformanni.

Arnbjørg á Høvdanum, sálfrøðingur var gestarøðari á aðalfundinum, hon skrivar í løtuni phd. ritgerð um m.a. hvønn týdning svøvnur og svøvmangul hjá mannigini hevur á trygdina umborð á fiskiskipum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo