Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Eyal Lampert, varasendiharri Ísraels, og Annika Olsen, borgarstjóri

Á fundi seinnapartin í dag hitti Annika Olsen, borgarstjóri, ísraelska varasendiharran, Eyal Lampert, sum er á Føroyavitjan. Varasendiharrin er í Føroyum, nú ísraelsk filmsstevna er í høvuðsstaðnum.

Til Ísraels
Í summar var táverandi sendiharrin, Barukh Binah, á vitjan í Føroyum, og vitjanin í dag tók táttin upp frá góða prátinum, sum borgarstjórin fekk við fyrrverandi sendiharran.

Á fundinum í dag segði varasendiharrin, at Tórshavnar kommuna er boðin við til ráðstevnu, sum verður í Jerúsalem í 2018.

Ein almenn innbjóðing til Anniku Olsen um at taka lut í ráðstevnuni er ávegis frá varaforseta Ísraels.

Á ráðstevnuni savnast borgarstjórar úr ymiskum londum at tosa um millumtjóða samstarv, knýta vinabond millum høvuðsstaðir í Amerika, Evropa og øðrum heimspørtum umframt at ljós verður varpað á vinnumenning.

Vilja vinnumenning
Og vinnumenning er eitt øki, sum Ísraelska sendistovan og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu fegin vilja hyggja nærri at.

Íverksetaramentanin í Ísrael er sterk, og í høvuðsstaðnum verður áhaldandi arbeitt við at geva íverksetaramentanini rúmari ræsur.

Umframt hetta umrøddu borgarstjórin og ísraelski varasendiharrin eisini onnur mál av felags áhuga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo