Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

20. juni kemur eitt mál um bústaðarskyldu fyri á býráðsfundi. Orsøkin er, at nógv hús í Havnini, eins og í mongum av bygdunum, standa tóm. Nógvir spurningar taka seg upp í sambandi við eitt slíkt mál.

Í fyrsta lagi er at siga, at talan verður ikki um bústaðarskyldu við afturvirkandi kraft. Talan er jú um rættiliga stór inntriv í persónliga ognarrættin, so hetta er ikki ein partur av loysnini.  Í øðrum lagi er ikki talan um ognarskatt, tí hesum er als ikki politisk undirtøka fyri.

Bústaðarskylda merkir ikki, at tú sjálvur býr í øllum húsum, tú eigur. Tað merkir at onkur býr í húsunum, sum er skrásettur í fólkayvirlitinum at búgva í kommununi. Eigur tú trý hús kanst tú búgva í tí eina og leiga hini út til fólk at búgva í. Eisini er neyðugt at umrøða, um tað skal bera til at eiga eini sethús og eini summarhús. Hesum taki eg undir við.

Spurningurin er sera viðkvæmur og má viðgerast skynsamt við hinum kommununum í Kommunufelagnum, áðrenn eitt felags uppskot kann fara til Fíggjarmálaráðið.

Nevndu dømini í Tórshavnar kommunu eru býlingurin úti á Reyni og í Nólsoy. Vit vilja tryggja okkum, at tá ið kommunan stykkjar út eitt nú sum vit gera í Nólsoy, at bústaðarskylda verður lýst. Hetta fyri at tryggja trivnað og fólkavøkstur í oynni. Somuleiðis eru tað býlingar, har hús standa tóm og myrk. Hetta er als ikki gagnligt fyri trivnaðin. 

Men eg kann vissa borgararnar í Tórshavnar kommunu um, at ognarskattur verður ikki ein partur av loysnini. Málið kemur fyri á býráðsfundi mikudagin 20. juni. 

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo