Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika at seta rætta landsstýrisfólkið í samferðslumálum, sum kann loysa innkomuvegin til Havnar.

Javnaðarflokkurin hevur sitið við samferðslumálum hetta valskeiðið, og ilt er at síggja nakra vælvild ella nakað úrslit viðvíkjandi størstu ferðsluavbjóðing í landinum, nevniliga innkomuvegin til høvuðsstaðin.

Hóast avtala er undirritað millum býráðið og Samferslumálaráðið, so hevur hendan avtalan verið skúgvað til viks av undanfarna landsstýrisfólki hjá Javnaðarflokkinum.

Óteljandi ferðir hava vit í Tórshavar býráð heitt á landsins myndugleikar og landsstýrismannin í samferðslumálum um at virða hesa avtalu, tó úrslitaleyst.

Nú hevur løgmaður ein gyltan møguleika, at seta eitt landsstýrisfólk, ið hevur vilja og dirvi at loysa hetta stórmál.

Hetta er ein innilig áheitan frá okkum í Tórshavnar býráð.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo