Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Vit vaksa. Inntøkurnar vaksa og somuleiðis fólkatalið. Mongu góðu tilboðini til borgarar í øllum aldri halda fram, og serliga á eldraøkinum verður peningur settur av til økta tørvin.

Nú verður farið inn í aðru setuna í hesum valskeiðinum og inn í fyrstu setuna við eini fíggjarætlan, sum nýggja samgongan hevur sett síni fingramerki á. Vøkstur hevur eyðkent kommununa seinastu árini, og soleiðis hevur eisini verið seinasta árið.

Nógvar avbjóðandi og spennandi uppgávur eru fyri framman. Samgonguflokkarnir eru samdir um at bretta upp um armar og gera høvuðsstaðarkommununa til eitt rúmligt og trygt stað hjá okkum øllum at búleikast í. Eitt virkið og vakið stað við trivnaði og vøkstri. Tórshavnar kommuna fer áhaldandi at menna tænasturnar til bæði borgara og vinnu.

Fíggjarætlanin er løgd út frá tí fortreyt, at skattaprosentið verður hitt sama komandi árið, og at barnafrádrátturin framvegis er millum teir hægstu í landinum. Hettar skapar tær bestu fortreytirnar fyri vøkstri og trivnaði fyri tann einstaka.

Á fíggjarætlanini fyri 2018 eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 948 mió. kr. bornar saman við 868 mió. kr. fyri 2017. Vøksturin er 9,2 prosent. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar mettar at verða 729 mió. kr., ið er ein vøkstur á 3,4 prosent. Vøksturin fer serliga til umlætting, integrasjón, ferðavinnu, ungdómshús á Argjum, Westward Ho, húsaumsitingina og at betra um ljósviðurskiftini á Tórsbreyt. Nýggjar hallir og nýggjur vøllur er tikin í nýtslu, og tað økir eisini um raksturin.

Í 2018 eru settar av 209 mió. kr. til íløgur.

Inntøkumetingar fyri 2018
Kommunuskatturin í 2018 er mettur at verða 757 mió. kr., og tað er ein hækking upp á 8,8 prosent borið saman við fíggjarætlanina fyri 2017. Inntøkumetingin byggir á eina framskriving av persónsskattinum fyrstu mánaðirnar í 2017.

Partafelagsskatturin er mettur at verða 30 mió. kr.

Íløgur fyri framman
Í Tórshavnar kommunu gera vit íløgur í framtíðina. Vit vilja veita borgarum og vinnu góð kor við langtíðarætlanum, sum tryggja ein samanhang í øllum lutum. Tað áliggur okkum áhaldandi at byggja út allar viðkomandi tænastur. Soleiðis verður eisini komandi árið.

Stórar og neyðugar íløgur liggja fyri stavn, ið allar skulu veita sítt týðandi íkast til trivnað og vøkstur. Kommunan tekur eingi óráð fyri, men fer við íløgunum at tryggja grundarlagið undir einari kommunu, sum framhaldandi rúmkar ræsurnar fyri vanliga borgaran og vinnulívið.

Aldrandi borgarar
Tørvurin hjá okkara aldrandi borgarum er stórur. Tí seta vit 35 mió. kr. av til ein Eldrapakka. Vit vita, at hetta kjarnuøki í okkara vælferðarsamfelagi fer at vaksa komandi árini. Á Tjarnargarði verða gjørd 8 demensumlættingarpláss sum liður í eini útbygging, har vit haraftrat savna nógv av teimum tilboðum, sum vit hava at bjóða teimum, hvørs minni er farið at bila. Settar eru 10 mió. kr. av til endamálið.

Harumframt eru 25 mió. kr. settar av til depil ætlaður umlætting og samdøgursendurvenjing. Á deplinum verða 20 umlættingarpláss og 10 pláss til samdøgursendurvenjing. Við hesi ætlanini styrkja vit tilboðini til tey heimabúgvandi og teirra avvarðandi.

Býráðið hevur sett sær fyri at byggja nýtt røktarheim. Komandi tíðina verður gjørd byggiskrá, og leisturin fyri verkætlanina verður lagdur. Fyri fyrstu ferð er ætlanin at byggja røktaríbúðir til aldrandi fólk at leiga, sum hava tørv á samdøgursrøkt, men sum enn kunnu búgva í egnari íbúð - eisini hjún. Hetta er ikki roynt í Føroyum áður. Ætlanin er at aðrir partar síggja møguleikar fyri samstarvi við kommununa um hesa ætlan. Íbúðirnar fara at standa við liðina á røktarheiminum.

Skúli og umhvørvið
Úti á Fløtum síggjast støðug framstig, nú tey av álvara eru farin undir at byggja Skúlan á Fløtum. Talan verður um størsta fólkaskúla í landinum, tá ið hann stendur liðugur. Settar eru av 100 mió. kr. til Skúlan á Fløtum.

Mentan og frítíð
Og í hesum sama skúlaumhvørvi við Landavegin sæst eisini nýggi musikkskúlin – ella tónlistaskúlin – taka skap. Farið er undir at byggja skúlan. Áhugin fyri tónleiki og at fáa tónleikafrálæru er stórur, og tí gleða bæði nógv børn, foreldur og lærarar seg til várið 2019, tá ið skúlin eftir ætlan verður liðugur. Settar eru av 44 mió. kr. til nýggja musikkskúlan í Tórshavnar kommunu.

Ítrótturin hevur sín týðandi leiklut í eini virknari og vaknari kommunu. Peningur er millum annað settur av til golfvøll og eina serliga breyt til skateboard.

Býarmenning
Vit halda fram at menna býin. Eftirspurningurin eftir at búgva í Tórshavnar kommunu er stórur. Tí seta vit ein Bústaðarpakka í verk. Við Klingrutjørn verða 43 grundøki boðin út í næstum. Í Nólsoy verða 5 boðin út, og farið verður undir at selja seinastu grundøkini í Kaldbak. Arbeiðið at uppstiga miðbýin heldur fram. Settar eru av 1,5 mió. kr. til miðbýarætlanina. Á fíggjarætlanini eru settar av 500 tús. kr. til frílendisætlanina og 1 mió. kr. til arbeiðið at gera lendisgøtur. Í løtuni eru vit í samráðingum við IRF um eitt felags tyrvingarpláss í Kvívík. Hetta er skynsamur fíggjarpolitikkur, tí soleiðis slepst undan eyka íløgum. IRF stendur fyri íløguni, og Tórshavnar kommuna ger síðani fíggjarliga avtalu við IRF. Soleiðis er loysn funnin á áralanga orðaskiftinum um tyrvingina í kommununi.

Vinnan
Miðdepilin í Føroyum fyri tænastur og vørur er her í Tórshavnar kommunu. Tað er avgerandi neyðugt, at vinnan hevur góðar karmar at virka undir, og at hon fær møguleika at styrkja sína støðu sum drívmegi fyri nýhugsan og framburði.

Geva vit vinnuni allarbestu fortreytirnar, ger hon íløgur og skapar soleiðis nýggj arbeiðspláss. Til tess at tryggja vinnuni góð vakstrarlíkindi hava vit gjørt ein Vinnupakka. Ferðavinnan er í vøkstri, og tí seta vit eisini pening av til hesa vaksandi vinnu.

Nýggja álitið um ferðavinnu, sum vit samtykkja í kvøld, skal menna eina skipaða og burðardygga ferðavinnu, ið toyggir seg yvir alt árið. Vit fara at skelta kring kommununa, serligt ljós verður varpað á matmentanina og so verður høvuðsstaðurin marknaðarførdur uttanlands sum ráðstevnustaður og fundarbýur. Hetta eru nøkur av teimum 23 átøkunum, sum ferðavinnuálitið mælir til at fremja í verki.

Settar eru av 10 mió. kr. til at dagføra kloakkirnar í miðbýnum, her serliga tænastuvinnan hevur stóran týdning fyri arbeiðspláss og lívið í miðbýnum.

Havnarútbyggingin heldur fram.

Fram móti málinum
Okkara fremsta mál er at varðveita og menna eina virkna og vakna kommunu. Tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina góða kommunu við trivnaði og fjøltáttaðum tilboðum.

Vit leggja dent á gott samstarv í býráðnum millum andstøðu og samgongu, so allir býráðslimir í felag kunnu vera við til at taka allar neyðugar avgerðir. Fíggjarætlanin 2018 er eitt stig á leiðini fram móti eini virknari og vaknari kommunu.

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo