Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Vestmanna Kommuna hevur havt eina heldur øðrvísi kapping í jólamánaðinum.

Á torginum mitt í bygdini, har sum jólatræið er, eru eisini nøkur lýsandi hjørtu hongd upp, og kommunan hevur eggjað sínum borgarum til at taka eina romantiska mynd undir hjørtunum og soleiðis vera við í lutakastinum um eitt gávukort til Disvoy matstovuna.

Fróði og Ansa Skúvadal tóku avbjóðingina uppá seg eitt kvøldi, tey vóru á veg heim úr dansi. Og mín sann um tey ikki vunnu. Illar tungur vilja tó vera við, at tað var ikki tann stóra kappingin, tí ongin annar vísti nóg stórt dirvi til at taka eina mynd undir mussitrænum.

Um hetta er so, hava vit kortini ikki fingið uppspurt. Men vit ynskja parinum tillukku við vinninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo