At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Team Rynkeby súkklarar eru á venjingarlegu, sum liður í fyrireikingunum at súkkla til París í juli mánaði.

Endamálið við hesi venjingini, er at royna at verða á súkkluni dag um dag, í fleiri dagar á rað.

Súkklararnir byrja í dag, fríggjadag í Havn. Súkkla verður til Vestmanna, síðan til Gásadals, og so aftur til Sørvágs.

Leygardagin verður súkklað úr Sørvági til Saksunar, so til Selatrað, og so út á Toftir.

Sunnudagin fara súkklararnir av Toftum til Oyndarfjarðar, Elduvíkar og enda í Tjørnuvík.

Endamálið við Team Rynkeby, er at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum.

Vit súkkla, tí at vit vilja gera okkurt gott fyri okkum sjálvi, samstundis sum vit gera nakað gott fyri onnur.

Tað vit gera gott fyri okkum sjálvi, er at fáa eina stóra uppliving í stuttligum felagsskapi, at koma í venjing og súkkla til Paris. Tað vit gera gott fyri onnur, er at savna pening til børnini.

Vit vóna at tú ansar eftir okkum á vegnum. Vit koma at fylla upp á vegnum hesar dagarnar.

Team Rynkeby Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo