Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Trý fyrrverandi starvsfólk hjá Google og Apple hava nú staðið fram og greitt frá sínum arbeiði.

Tey vátta tað, sum nógv longu hava gitt - at stórar KT fyritøkur sum Google og Apple gjøgnum telefonir, teldlar og teldur lurta eftir tí sum brúkarin sigur, eisini tá talan er um privatar samtalur. Men tað sum helst er nýtt fyri tey flestu er, at hesar fyritøkur hava fólk sitandi sum skriva alt av, so tað kann brúkast seinni.

Tað skrivar Politiken.

- Alt verður skrivað av. Onki verður sáldað frá. Eg havi hoyrt skeldarí, samlegur og púra vanligar samtalur, sum heilt víst ikki vendu sær til Siri (talgilt hjálparfólk hjá Applebrúkarum, red) sigur ein ónavngivin kelda í avdúkingini hjá Politiken.

Brúkarin gevur appum og forritum hjá Apple, Google og øðrum sítt samtykki til at lurtað verður, men neyvan geva fólk sær far um, at alt eisini verður skrivað niður, skrivar miðilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo