Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Onnur tíðindi

Koplingarstøðin á Válinum er gomul, og útgerðin har hevur tænt fyri seg. Tí verður nýggj transformatorstøð nú bygd á økinum hjá SEV, har sum Fossáverkið er.

Støðin skal taka ímóti framleiðsluni í Vestmanna, samlar hana og lyftir hana upp til ein spenning, so hon kann flytast til onnur støð í landinum.

Byggiarbeiðið, sum byrjaði sutt eftir ársskiftið, verður liðugt í mars, so skal útgerðin setast upp og nýggja støðin verður væntandi klár at taka í nýtslu einaferð næsta summar.

Kanjon ger arbeiðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo