Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

- Vit hava ikki fulla undirtøku fyri uppskotinum hjá samgonguni, tí liggur arbeiðið í Vinnunevndini stilt beint nú, meðan vit arbeiða við at fáa eina loysn sum allir partar í samgonguni kunnu liva við.

- Og tað er øgiliga avbjóðandi, tað skal eg viðganga. Ynskir man at víðka ta undirskrivaðu semjuna sum samgongan gjørdi fyri eini tíð síðani og ynskir man at fáa aðrar flokkar eitt nú at taka undir við tí, so má man gera nakrar broytingar, men tað krevur jú at man er samdur um útgangsstøðið. At samgongan stendur saman um, hvat útgangsstøðið er. Og tað gera vit ikki í løtuni.

- Tað gevur onga meining at royna semju í Vinnunevndini soleingi samgongan ikki er samd um útgangsstøðið, sigur forkvinnan í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, við Útvarpið.

- Støðan er tann at tá ið samgongan ikki stendur saman sum seytjan, vis man so samráðist við aðrar flokkar so verður tað jú sjálvandi ... hevur man onga samráðingarstøðu tí man er ikki samdur um tað útgangsstøðið man fer til samráðingar við.

- Og tað er ein ógjørlig støða. Eg kundi saktans gjørt eina semju upp á fimm minuttir vis eg breyt øll prinsippir sum eru undirskrivað í avtaluni í samgonguni.

- Tað kann man sjálvandi ikki gera vis man bara er eitt lítið sindur loyjalur yvir fyri tí samgongu man er partur av, segði Bjørt Samuelsen við Útvarpið í gjárkvøldið.

Øll samrøðan hoyrist her  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo