Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Innlendis ítróttur

Tað gongst ikki væl í arbeiðinum at gera nýggja rennibreyt við Másheygg í Klaksvík.

Arbeiðið hevur ligið stilt í tríggjar mánaðir nú, tí tað slepst ikki av við avgrevsturin.

Klaksvíkar kommuna skrivaði tann 9. oktober 2018 soleiðis: Verkætlanin at byggja rennibreyt við Másheygg hevur verið á arbeiðsborðunum í nøkur ár nú, og í dag varð eitt stórt fet tikið fram á leið, tá Jógvan Skorheim, borgarstjóri setti fyrsta spakan í. 

Avgrevsturin hevur verið koyrdur í eitt grótbrot úti á Bumshamri, men har er farið at fyllast nú.

Ruskmóttøkan er eisini í hesum grótbrotinum, og um meira avgrevstur skal fyllast í hetta grótbrotið, so má ruskmóttøkan flytast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo