Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsfólkið skal fyri tað mesta arbeiða innan viðlíkahald, reinhald og fríðkan av kommununi.

Vit vænta av tær at tú:
• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
• Hevur góð samstarvsevnir.
• Klárar at arbeiða sjálvstøðugt.
• Dugir væl at loysa uppgávur.
• Hevur eyga fyri umhvørvinum.

Setanartreytir:
• Starvið er tímalønt og setanarviðurskiftini og løn verða sambært sáttmála millum KAF og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan hósdagin 25. januar 2018 kl. 1200 og skulu sendast til:

Sørvágs  kommunu
Varðagøta 8
FO-380  Sørvági
sorvag@sorvag.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til arbeiðsformannin á telefon 233214.

Í Sørvágs  Kommuna eru bygdirnar Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo