Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
• at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini
• kavagrevstur og salting

Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið:
• hevur stóra koyrikortið
• hevur kranaprógv
• hevur førleika at koyra maskinur
• hevur handverkaraútbúgving s.s. maskinsmiður

Arbeiðsfólkið kemur at arbeiða í toymi og skal tí hava góð samstarvsevni. Tilvísing er til arbeiðsformannin.

Talan er um fulltíðarstarv og lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðpsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag ella avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til teknisku deild, tlf. 770105.

Umsóknir skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. mars 2019 kl. 12.

Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
355 Vestmanna
ella vestmanna@vestmanna.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo