Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Tiltøk

Ókeypis ráðstevna, ið setur sjóneyka á hvussu arbeiðsmarknaðurin kann vera viðvirkandi til eina góða integratión og hvat fyri avbjóðingar kunnu vera hjá tilflytarum, at skapa sær eina innihaldsríka yrkisleið her í Føroyum.

Fyrilesturin er partur av Diversity week, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Endamálið við Diversity-vikuni er at varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Tórshavnar kommunu og at styrkja millummentanarliga huglagið millum fólk, ið her búgva.

Jon Rogstad er granskingarstjóri hjá FAFO í Norra. Hann hevur granskað í arbeiðsmarknaðinum og integratión og fer at hava eina framløgu um hetta.

Heitið á framløguni verður: Arbeidsliv og integrering – hva sier forskningen?

Rogstad lýsir tað fjølmentanarliga arbeiðslívið. Hvussu er tað hjá Ahmen at søkja arbeiði? Og hvat leggja arbeiðsgevarar vekt á, tá teir seta nýggj fólk?

Elisabeth Holm, PhD. lesandi á Heriot-Watt University, David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovunu og Elsa Jóhanna Høgenni, starvsfólkaleiðari hjá Tórshavnar kommunu, hava hvør sínar 20 minuttir at siga, hvussu tey í virki sínum uppliva føroyska arbeiðsmarknaðin og integratiónina av tilflytarum okkara. Serliga í mun til møguleikar tilflytarans, at skapa sær eina yrkisleið og geva tey eisini sítt boð uppá, hvussu tær avbjóðingar, íð møguliga eru, kunnu loysast.

Kaffi og okkurt gott til góman verður at fáa í millum framløgurnar.

Øll eru vælkomin. Framløgurnar vera á norskum, føroyskum og enskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo