Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Hagstovan: Í mars var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%, eins og tað hevur verið í allan vetur.

Í tali vóru tað 610 fulltíðararbeiðsleysir  persónar í mars í ár, tað eru 57 færri enn sama mánað í fjør.

Munurin millum kynini er minkaður eitt vet og er nú 1,9% hjá monnum og 2,5% hjá kvinnum.

Minsta arbeiðsloysið er í Norðstreymi og Norðoya sýslu við 1,5%, og tað mesta er í Suðuroy við 5,0%.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá mars 2017 til mars 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo