Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Hagstova Føroya: Í oktober var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,4%, samanborið við 1,5% mánaðin frammanundan og 2,3% fyri einum ári frammanundan.

Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 387 persónar í oktobur í ár, tað eru 266 færri enn sama mánað í fjør.

Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,3% samanborið við 5,3% sama mánað í fjør.

Munurin millum kynini er minkaður nógv, har arbeiðsloysið hjá monnum nú er 1,2% og hjá kvinnum 1,5%, tað lægsta nakrantíð.

Arbeiðsloysið minkað nógv í øllum sýslum – mest í Suðuroy
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 5,3% niður 2,3%.  T.v.s. við meira enn eini helvt.

Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, og munurin er nú ikki so stórur millum Suðuroy og hini økini.

Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Norðstreymi og Eysturoy, har tað er millum 0,7 – 0,8%.

So er eitt lítið glopp upp til Vága, Sandoyar og Suðurstreymoyar økið við 1,2 - 1,5%.

Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,3%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo