Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú mann hevur hugt ígjøgnum fíggjarlógina fyri 2019, so kom jeg fram á eina hækkaða játtan til semingsmannaskipanina. Har tað leggur lunnar undir at menna ein semingsstovn og arbeiðsmarknaðardepil til frama fyri arbeiðsmarknaðarmál. Nú uppgongutíðir eru og arbeiði til allar hendur, enntá er tørvur á meiri arbeiðskraft, so hevur verkafólkið tørv á einum álitisstovni og skipanum, sum taka sær av arbeiðsmarknaðarmálum og semjum millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara. Við hesum eru okur eitt fet nærri einum tílíkum stovni, men málið er ikki rokkið. Okur skulu taka tøk við verkafólkinum, og tað má gerast stundisliga! 

Samstarv millum fakfeløg, vinnu og tað almenna neyðugt!
Samstundis so hoyra okur, at tað er vandi fyri, at fakfeløg fara at vikna onkursvegna, og at innflutt arbeiðskraft als ikki er tryggjað somu rættindi, sum føroyingar. Tískil mugu okur hava framkomnar og tryggar skipanir, sum arbeiðsfólki hevur álit á, at varða av arbeiðsmarknaðarmálum. Tað hevur ikki verið reglan, at arbeiðsgevarin hevur tikið stig til at tryggja rættindi og løn arbeiðarans. Somuleiðis, so hava tað ikki verið skipað viðurskifti viðvíkjandi samráðingum millum partarnar sum javnsettir. Ein arbeiðsmarknaðardepil hevði bøtt munandi um hesi viðurskifti og ikki minst skapt ein tryggleika hjá fakfeløgunum.

Menning krevur nýskipan
Men arbeiðsmarknaðurin mennist bæði í framleiðslu og framleiðsluhátti m.a. við talgilding. Meðan arbeitt verður, er tað oftani torført at nema sær nakra skeiðsútbúgving ella førleikamenning yvirhøvur, sum er neyðug í nútímans arbeiðsmarknaði. So, verkafólk kunnu og óiva fara, at finna seg í truplari støðu, har tørvur verður á at førleikamenna ella útbúgva seg fyri at halda arbeiðið. Tí er og verður tað neyðugt at veita tilboð til verkafólk, har tey førleikamenna og eftirútbúgva seg.

Loysnir ávegis!
Í gjár, 1. apríl, tá alt var skemt, varð eitt álvarsamt stig tikið! Eitt álit um vaksnamannaútbúgvingar og arbeiðsmarknaðardepil var í tinginum! Uppskotið hevur til endamáls at menna arbeiðsførleikarnar hjá verkafólkinum, so at tey kunnu framhaldandi taka lut í einum broytiligum arbeiðsmarknaði. Týdningarmikið er sjálvandi, at hædd er tikin fyri, at verkafólk taka støk skeið og ikki missa inntøku. 

Her verður arbeitt við at skapa ein arbeiðsmarknaðardepil í einum trípartasamstarvi millum arbeiðsgevara, fakfeløg og tað almenna. Hesin depil verður tískil myndaður eftir tørvinum í arbeiðsmarknaðinum í samstarvi við tað almenna, fakfeløg og vinnulívið. Tað verður nógvar ferðir lættari hjá arbeiðsmanninum og -kvinnuni at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða uppá!

Við tílíkum átøkum, sum samgongan og Javnaðarflokkurin ganga á odda fyri, kunnu okur lofta nógvum fólki, sum koma í truplar støður. Ella tørvin, sum verkafólk hava fyri at kunna verða kappingarfør á einum alsamt broytandi arbeiðsmarknaði. Soleiðis kunnu okur loysa trupulleikar saman!

Tað verða bæði yngri og eldri verkafólk, sum hava tørv á hesum, og tey eru kring alt landið. Men eyðsýnt er, at løntakarar við hesum tørvi búgva einamest í Suðuroy og Sandoy og harnæst Norðoyggjum, Eysturoy og Vágum. Uttan iva má ein tílíkur depil verða staðsettur, har størsti tørvurin er.

Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo