Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Tjóðveldi hevur stungið sjey sonevnd "tjóðarmál" út í kortið til komandi valskeið.

Flokkurin slær fast tjóðarmálunum viðvíkjandi, at tað í summum førum er neyðugt at leggja partapolitikk og seráhugamál til síðis og standa saman um at loysa trupulleikar fyri tjóðina.

Viðvíkjandi málum á sjálvstýrisleið, ætlar Tjóðveldi millum annað at taka fulla ábyrgd á uttanríkispolitiskum málum, at lækka ríkisveitingina, fyrireika yvirtøkur av dómsvaldi, løgreglu, rættarskipan og loftferðslumálum umframt at taka ábyrgd fult og heilt av útlendingaøkinum.

Tjóðveldi skjýtur eisini upp at gera ein fullveldissáttmála við Danmark, sum verður lagdur út til fólkaatkvøðu hjá Føroya fólki. Í hesum sáttmála verður eitt nú ásett samstarv um gjaldoyra og rættindini hjá fólki í báðum londum.

Úr valskránni viðvíkjandi tjóðarmálunum:

Tjóðarmál 1 - Í Føroyum skulu øll kunna fáa bústað: Tjóðveldi vil, at allir avvarandi partar semjast um at byggja 500 bústaðir aftrat, bæði sum leiguíbúðir og lutaíbúðir.

Tjóðarmál 2 - Alt landið skal fáa gagn av ferðavinnuni: Føroyingar skulu ikki gjalda fyri vanligar gongur í haga og í fjøllum, men tað skal verða møguligt at taka gjald fyri vinnuligar gonguferðir.

Tjóðarmál 3 - Vit skulu menna eina føroyska viðgerðartrygd: Tjóðveldi vil heldur menna føroyska heilsuverkið enn at flyta viðgerðir, sum kunnu gerast í Føroyum, av landinum.

Tjóðarmál 4 - Grøn orka fer at vinna í longdini: Vit vilja, at...fyritøkur, sum gera íløgur í orkuvinarlig skip og reiðskap, skulu fáa fyrimun.

Tjóðarmál 5 - Føroyskar loysnir skapa frælsi í familjulívinum: Tjóðveldi vil, at vit fara undir at stytta um arbeiðsvikuna hjá teimum, sum starvast í vakttungum størvum.

Tjóðarmál 6 - Eitt sterkt vinnulív er bulurin: Føroyar skulu gerast munandi meira sjálvveitandi við matvørum sum mjólkaúrdrátti, grønmeti, kjøti og sjómati, og vilja vit í hesum sambandi skapa eina nútímans jarðar- og landbúnaðarlóggávu.

Tjóðarmál 7 - Vit skulu virka og liva allastaðni í Føroyum: Tjóðveldi vil, at vit seta Suðuroyartunnilin á skrá.

Sí eisini: Tjóðveldi leggur fram valskránna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo