Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Nú tað henta appendixið ella tilpissið hjá fólkatings-Magna, harra Puigdemont situr fjøtrað í tí lítla býnum Neumünster í Holstein, har neyðardýrið skal sita og lúna øll páskini, er Arge-Magni komin í eina herviliga moralska klemmu.

Skal hann nú vísa seg sum tann empatiski humanisturin, hann sigur seg vera og solidarisera seg treytaleyst við tí catalonska kammiratinum ella ætlar hann at lata Puigdemont sita púra einsamallan og kúra í fangatippi um páskini. Tað hevði verið ein ókristiliga kynisk gerð í tí stillu vikuni!

Var Arge nakar maður, so fór hann við øllum sínum húsi til Neumünster at halda páskir, so hann kundi vitja vinmannin minst tvær ferðir dagliga og borið honum ymiskt lesitilfar, eitt nú Seyðabrævið í spanskari týðing og eitt kopi av tí høgnesiska grundlógaruppskotinum.

Tað er ikki óvist, at teir lagaligu týsku holsteinararnir høvdu sloppið Pugidemont at mála og rulla páskaregg saman við Magna og familjuni undir strongum eftirliti sjálvandi.

Nú má Magni taka eina eksistentiella avgerð: Vil hann Pugidemont nakað gott ella verður hann bara brúktur sum eitt tjóðveldisamboð til politiskar lótir.

Sjálvandi er tað eitt stórt offur hjá Arge at skulla skifta Kjøpinhavn út við Neumünster, har tað ikki búgva nógv fleiri fólk enn í Føroyum (ca. 80.000).

Tað er eyðvitað pláss fyri størri álbogaveipan í einum milliónbýi, men fer Arge til Neumünster, skal hann nokk fáa glaðbeintar mikrofondreingir frá Kringvarpinum við sær, og teir kunnu greiða gjølla frá, hvussu Magni trívist og hevur tað, og so kunnu teir periferiskt eisini nevna Puigdemont afturvið.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo