Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Politikkur

Nú sjálvt Sambandsflokkurin er farin at kolldøma trongu heimildirnar í heimastýrinum, er vert at minna á, at heimildardansurin við donsku stjórnina hetta valskeiðið hevur verið heilt absurdur.

Í desember 2017 bjóðaði danski uttanríkisráðharrin til ráðstevnu í Eigved pakkhúsi í Keypmannahavn.

Tað var ta tiltiknu ferðina, tá tann føroyski uttanríkisráðharrin við eini illbøn noktaði at møta upp.

Fleiri skiltu hann væl, og eg átalaði staðiliga á fólkatingi orsøkina til tess: At Anders Samuelsen við uttanríkispolitisku heimildarlógini í hond ógildaði eina avtalu millum Føroyar, Ísland og Grønland.

Arktiska ráðstevnan í Eigtved pakkhúsi var týðiliga merkt av donskum diplomatiskum snildi.

Øll londini í kongaríkinum bjóðaðu til ráðstevnuna í felag. Tey høvdu hálað sjálvan krúnprinsin oman av Amalienborg at seta stevnuna, áðrenn teir sonevndu javnsettu partarnir í Kongeriget Danmark við hvør sínari talu skuldu adressera heimselituna í arktiskum málum.

Men føroyingar spiltu spælið, tá teir noktaðu at taka á seg leiklutin sum pyntidukka í arktiska teatrinum hjá stjórnini.

Hendingin var eitt klokkuklárt dømi um konfliktina millum geopolitiska áhugan hjá Danmark fyri arktiskum viðurskiftum og viljan hjá Føroyum og Grønlandi at menna búskap og vælferð í egnum øki.

Føroyskan uttanríkispolitikk
Flestu ráðstevnur um Arktis taka støði í geopolitiskum spurningum. Tungvektararnir í arktisku kjakunum eru umboðini fyri londini, sum liggja við markið upp ímóti Íshavinum. Dagliga arbeiða hesi fólkini í Washington, Ottawa, Moskva, Oslo ella Keypmannahavn.

Men fólkið, sum býr í økinum, er fáment, og tí fáa teirra áhugamál lítla rúmd í arktisku skránni hjá tungvektarunum. Men tey rigga væl sum pynt – tey, sum koma úr White Horse, Iqaluit, Umanaq, Grímsey, Koltri, Jokk Mokk og Rovaniemi.

Tað er ein støða, sum fleiri vilja broyta, so vælferðin hjá fólkinum í Norðurhøvum fær hægri raðfesting. Í tí sambandinum er onki meira natúrligt enn, at londini í Útnorðri, Grønland, Ísland og Føroyar, finna saman um felags menningarmál. Og hetta er vilji til í Nuuk, Reykjavík og Havn.

Trupulleikin er bara, at vit eru innibyrgd í einum avoldaðum donskum heimatýri, og at tað einasta, sum hugsað verður um í Keypmannahavn, er at varðveita valdið á okkum, sum gera Danmark til eina arktiska stórmakt.

Tað eiga vit ikki at lata um okkum ganga, og tí skulu vit í næsta valskeiði taka uttanríkispolitikkin á egnar hendur. Hann er lykilin til atgongd til allan heimin – í frælsum samstarvi við øll lond og allar felagsskapir.

Heimastýrislógin er over and out, og tú veitst, at ljósir dagar eru í væntu, tá sjálvt Sambandsflokkurin er farin at avsiga hana.

Nú smíða vit, meðan jarnið er heitt, og velja eina frælsisrødd á fólkating!

Magni Arge, fólkatingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo