Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Minningarorð


Hann, ið hetta skrivar, kom at kenna Arnskov so at siga fra fyrsta degi, hann gjørdist skivstovustjóri á Ríkisumboðnum, tá ið hann kom til Føroyar fyrst í februar 1964.

Tá í tíðini umsat Føroya Gjaldstova allar útgjaldingar og  bókhaldsførslur av tí, sum ríkiskassin sambært heimastýrislógini átti at rinda:

Alt ella %-partar. Hetta innibar, at ríkisumboðsmaðurin við áheitanarbrøvum frá gjaldstovuni – vanliga eina ferð um mánaðin – flutti landskassanum millióna-upphæddir sum ávegisgjøld til tað árligu uppgerðina, sum gjaldstovan so gjørdi eftir árslok.

Í einum práti á skrivstovuni hjá Arnskov spurdi eg hann, hvussu tað lat seg gera at flyta gjaldstovuni milliónaupphæddir næstan sama dag, ríkisumboðsmaðurin hevði fingið áheitanina frá gjaldstovuni. 

Eg fekk tá at vita, at Danski Nationalbankin hevði eina seðlagoymslu í Føroyum, sum so við og við varð dagførd við nýggjum seðlum, sum komu til Ríkisumboðsmannin við herskipi úr Keypmannahavn.

Eg fekk eisini at vita, at hesin forskotskassin hjá Danmarks Nationalbank var væl goymdur í katakombunum hjá Ríkisumboðsmanninum.

Haðani vórðu milliónirnar uttan drál, so hvørt sum Ríkisumboðsmaðurin fekk skrivliga áheitan frá gjaldstovan, fluttar á bankkonto hjá Føroya Gjaldstovu í Føroyum.

Hetta var áðrenn edv-øldin sum eitt óløgi breyt seg inn í almenna fyrisiting í Føroyum miðskeiðis í 1974.Arnskov var góður í ráðum.

Tey bæði, Arnskov og kona hansara, Sheila, vóru livandi engagerað í lívinum í Havn, á Trøðum heima á Sandi – har tey áttu hús og mold – og í Føroyum. 

Sum ítriv var hann eisini amatørtelegrafistur og soleiðis samskifti hann við sínar starvsbrøður víða um.

Tey bæði teljast millum tey  andabornu, sum í meira enn eina hálva øld hava stimbrað føroyska mentan.Tað eiga vit at takka teimum fyri.

Á ríkisumboðnum virkaði hann m.a. við føroyskum lógarsavni, og sum eftirløntur tænastumaður samskipaði hann, saman við fýra øðrum juristum, Lógbók fyri Føroyar, sum Føroya Landsstýri gav út í 1999 dagført til 31. desember 1997.

Við evnisyvirliti er hetta lógasavn í 8 bindum og 2528 síðum ætlandi størsta bókverk skrivað og givið út í Føroyum. 

Eitt satt bragd!

Arnskov taldist  millum tey stillu, dámligu, dugnaligu, ið byggja land.

Tað sama kann sigast um konu hansara, Sheilu, og teirra tríggjar synir. 

Fólk við slíkum gávum verða saknað, tá ið tynnist í skaranum, sum drýpur høvur.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo