Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Útlendis ítróttur

Uefa hevur boðað frá, at Arsenal verður revsað, um fjeppararnir hjá felagnum vísa sína ónøgd við Mkhitaryan-málið undir finaludystinum ímóti Chelsea í Baku í komandi viku. 

Hetta skrivar Daily Mail í dag.

Arsenal fjepparar eru ikki blíðir, eftir at tað er komið fram, at Henrikh Mkhitaryan ikki verður við í finaluhópinum hjá Arsenal, av tí at tað verður óttast fyri trygdini hjá honum í Azerbadjan.

Mkhitaryan er sum kunnugt armeni, og Armenia og Azerbadjan hava alt annað enn góð politisk viðurskifti sínámillum.

Stór ónøgd hevur verið við avgerðina hjá Uefa at hava Europa League finaluna í Baku.

Uefa hevur áður revsað feløg, hvørs fjepparar hava víst sína ónøgd við evropeiska fótbóltssambandið undir dystum í Evropa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo