Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Arsenal hevur eitt trupult útgangsstøði undan seinnu 1/8 finaluni í Europa League. 

Hetta er greitt, eftir at liðið í kvøld heldur óvæntað tapti 3-1 á útivølli ímóti franska liðnum Rennes.

Alex Iwobi legði Arsenal á odda 1-0 í 3. minutti og gav harvið liðnum eitt mál, sum í síðsta kanska fer at vera við til at senda liðið víðari til 1/4 finalurnar í kappingini - havandi í huga, hvussu týdningarmikil útivallarmál eru í evropeiskum høpi.

Málini hjá Rennes komu 42, 65 og 88. minutti. Benjamin Bourigeaud javnaði til 1-1 í 42. minutti, Monreal gjørdi sjálvmál til 2-1 í 65. minutti, meðan Ismaïla Sarr sló Rennes sigurin fastan í 88. minutti.

Sokratis hjá Arsenal fekk reyða kortið í 41. minutti.

Úrslitini í Europa League í kvøld:
Rennes-Arsenal 3-1
Eintracht Frankfurt-Inter Milan 0-0
Dynamo Zagreb-Benfica 1-0
Sevilla-Slavia Prag 2-2
Zenit-Villareal 1-3
Napoli-Red Bull 3-0
Valencia-FC Krasnodar 2-1
Chelsea-Dynamo Kiev 3-0

Seinnu 1/8 finalurnar verða leiktar komandi hóskvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo