Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2018 varð 1.075 milliónir krónur í mun til 1.378 milliónir krónur fyri 2017. Tøkan av laksi í 2018 var 44,6 túsund tons í kruvdari vekt. Hetta er væl lægri enn í 2017, tá ið tøkan var 54,6 túsund tons í kruvdari vekt. At minni av laksi varð tikið, er høvuðsorsøkin til, at rakstrarúrslitið lækkaði.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Truplu umstøðurnar á marknaðinum og skerd marknaðaratgongd í eitt tíðarskeið gjørdu, at úrslitið hjá alideildini varð heldur lakari enn væntað í fjórða ársfjórðingi. Vit fegnast tó um, at virksemið á góðskingarvirkinum er vaksið aftur, tí vit hava økt um sáttmálarnar fyri okkara liðugvørur.

Árið 2018 varð eitt hendingaríkt ár við ymiskum avbjóðingum, men samanumtikið eru vit nøgd við raksturin og úrslitið fyri 2018. Eisini er nógv orka løgd í útbyggingar í 2018, og nýtt kryvjivirki er tikið í nýtslu í Suðuroy í 2018. Eftir ætlan verður alivirksemið í Suðuroy útbygt enn meira í 2019.

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 966 milliónir krónur í 2018 samanborið við 1.308 milliónir krónur í 2017. Góðskingargeirin gav eitt rakstrarhall á 22 milliónir krónur í 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 75 milliónir krónur í 2017. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í 2018 var 254 milliónir krónur samanborið við 266 milliónir krónur í 2017.

Fyri fjórða ársfjórðing 2018 var samlaða rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost 231 milliónir krónur samanborið við 331 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2017.

Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 5. apríl 2019, fer nevndin at skjóta upp, at 8,25 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 403 milliónir krónur.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 495 milliónir krónur við ársenda 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 998 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2018, og solvensurin var 70%.

ÚTLIT

Marknaðurin
Sambært metingum hjá Kontali Analyse øktist altjóða útboðið av laksi 6% í 2018 í mun til 2017. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fyrsta ársfjórðingi 2019 verður mettur til áleið 5% samanborið við fyrsta ársfjórðing 2018. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2019 verður mettur til 4-6% samanborið við 2018.

Aling
Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lækking av lívfrøðiliga váðanum í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2019 er umleið 54.500 tons av laksi í kruvdari vekt.

Bakkafrost metir, at umleið 13,5 milliónir smolt verða sjósett í 2019 samanborið við 12,5 milliónir smolt í 2018 og 9,9 milliónir smolt í 2017.

Virðisøktar vørur
Bakkafrost hevur økt munandi um avtalurnar av virðisøktum vørum. Parturin sum ífjør var 14% er nú øktur upp í 33% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri 2019 - .

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2019 er 1.143 túsund tons, sum svarar til eina lækking á 18% samanborið við 2018 tilmælið hjá ICES.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2019 verður væntandi lægri enn í 2018.

Samlaða sølan av alifóðri verður mett til 85.000 tons í 2019.

Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 er áljóðandi 3 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur.

Strategiin og íløguætlanin verða lagdar fram á kapitalmarknaðardegnum hjá Bakkafrost tann 12. juni 2019.

Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni. Høvuðssæti felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 824 fulltíðar starvsfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo