Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Í næstu viku fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, til Skotlands at taka lut á fundi við ráðharrar, embætisfólk, umboð fyri felagsskapir og onnur ið øll hava tað í felag, at tey hava áhuga í ella ábyrgd av framtíðar livilíkindunum í Arktis.

Millum annað tekur skotski forsætisráðharrin Nicola Sturgeon lut á ráðstevnuni sum verður í Edinburg. Harumframt verða eisini politisk umboð úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Temaið á ráðstevnuni er, hvørjar altjóða royndir eru við at styrkja og menna umstøðurnar hjá teimum, sum búgva í fjarskotnum oyggjarsamfeløgum, skrivar skotski miðilin The National.

The Artic Circe er ráðstevna sum fyrrverandi íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson hevur tikið stig til. Ein fundur verður í Føroyum í mai næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo