Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út uppgávuna at veita flytilig áskoðarapláss til Høllina á Hálsi. Sí meira um verkætlanina og útbjóðingartilfarið HER.

Kommunan vónar, at veitarar halda útboðið vera áhugavert, og at veitarar fara at halda seg framat og bjóða upp á uppgávuna. Útboðið byrjar í dag 13. september.

Áhugaðir veitarar verða bodnir til ástaðarvitjan mánadagin 18. september kl.13. Evsta freistin at seta spurningar til útboðið er dagin eftir, týsdagin 19. september kl.13. Kommunan svarar øllum spurningunum í seinasta lagi mikudagin 20. september.

Alt útbjóðingartilfarið liggur eisini á torshavn.fo undir síðuni “Útbjóðing og útveiting”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo