Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Andaktir

Hann halgaði lív sítt til kallið og tænastuna. Hann livdi hjástaddur í tilveruni og gjørdi íløgur við lívinum sum veðhald. Hann vildi nakað og avrikaði mikið, hóast okkurt ikki bar á mál.

Hon legði úr hondum væla verk, ið nærumhvørvið fekk gagn av. Hennara vitan, hugsan og styrki lyfti onnur, ið høvdu torført við at fóta sær og høvdu undirskot av orku. Men, tað var okkurt við henni, ið ikki var, svá tað átti at verið.

Hvat er tað, ið vit velja at síggja? Hvat er tað, ið vit hoyra og velja at minnast? Hvørja søgu siga vit um hvør annan á skeivum stað til skeiva tíð?

Í okkara samtíð er talið av viðmerkjarum og áskoðarum vaksandi. Hugsi ikki einans um tøkni og tað at viðmerkja á sosialu miðlunum. Eyðvitað skulu vit bæði eygleiða og viðmerkja. Møguliga er tað okkara plikt at umtala, rættleiða og rósa hvør øðrum til frama fyri fólkaræðið og almenna trivnaðin. Vit kunnu læra nógv av eini fakligari viðmerking.

Tó, neyðugt er at sýna ábyrgd og hógv. Vit mega hava virðing fyri tí einstaka uttan mun til, hvør persónurin er, og hvat viðkomandi annars er kendur fyri.

Serliga verður hugsað um lívsstíl og atferð okkara, ið regluliga vitja kirkjur ella samkomur. Tíðarrákið er rikið langt inn í tær kristnu kirkjurnar, bæði tær almennu og tær fríari skipaðu. Tíðin rekur frá tí fevnandi og samhaldsføstu sosialu hugsanini.

Vit eru upptikin av at verja ta borg, ið samsvarar við okkara egnu fatan. Júst her líkjast vit kristnu tíðarandanum. Hóast vit eru væl lærd og hava holla vitan, verður hugsað væl smalri nú á døgum enn fyri hálvari øld síðan.

Tað snýr seg um meg og mítt. Bæði samfelagið, fakfelagsrørslan og tað kirkjuliga lívið merkja broytingina.

Talið av teimum, ið leggja seg í seðlarnar fyri onnur, er lækkandi.

Tað er norski presturin, Karsten Isachsen (1944-2016), ið hevur kveikt hesa andakt. Hann vísir á, at áskoðarin og viðmerkjarin hava eina meining um alt og loyva sær at varpa orð til høgru og vinstru. Ikki inn á vøllin at skapa, byggja upp og avrika. Heldur tann óbindandi støðan á áskoðaraplássunum og í skýlinum. 

Serliga vísir Karsten Isachsen á, at vit kristnu hava lyndi til at trýsta hvør annan niður. Vit sita klár at vísa á veikleikar teirra, ið hóast alt royna at avrika og virka. Hví skal eitthvørt neiligt sigast um onkran, sum á tí andaliga økinum roynir at gera nakað gott og byggja upp?

Svarið er eyðsýnt. Við at traðka á onnur koma vit hægri upp. Vit “hvítvaska” okkum við at varpa skuggar á onnur. Hvør kennir ikki setningin: “Tey, ið prædika ella ganga í kirkju eru ikki nógv betri enn eg, tað skulu tey bara vita. Tey hava sanniliga sítt at stríðast við.”

Jantelógin er eitt hent amboð hjá øllum, ið einans vilja meta um ístaðin fyri at bróta upp um armar og taka eitt tørn.

Eingin orsøk er at vera smásárur og fara í sjálvverju, tí vit, ið prædika, eru ikki uttan lýtir. Vit eru als ikki fullkomin. Tað eiga vit at staðfesta opið og ærliga. Men, vit prædika og vísa á Jesus Krist, sum er fullkomin, syndafríur og heilagur.

Minnist við gleði mong lítillátin menniskju, ið hava boðað Guðs orð og virkað í kirkjuliðunum, har mær untist at búgva. Eyðmjúk menniskju við miðal ella lágum sjálvvirði. Tey vistu, at syndin var farin illa við teimum.

Tey duldu heldur ikki føllini á lívsleiðini, at síðugøturnar, ið ganga út frá smala vegnum, vóru lokkandi og tølandi. Tey flestu vóru ærlig um sínar veikleikar.

“Tey fortaptu menniskjuni eru tey, ið megna at liva lívið uttan at hava tørv á Guðs miskunn. Tey eru vorðin áskoðarar, bæði við atliti at Guði og menniskjum.” 1)

Áskoðarin, ið ikki sær sínar egnu veikleikar og ikki varnast syndina í sínum egna lívi, er í vanda fyri at verða glataður. Tað er ikki nóg mikið til persónliga frelsu at staðfesta, at onnur eru líka ring ella verri enn ein sjálvur.

Við at vísa til føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum síggja vit eitt jaligari útgangsstøði. Tá ið landsliðið fer á vøllin verður tað stuðlað av eini áskoðarafjøld, ið kallast “Tólvti Maðurin”.

Áskoðararnir eggja og stimbra. Á sama hátt er kristnin kallað at vera tann Tólvti Maðurin fyri Kristus, at geva dirvi og lívsmót til mótleys og ivasom.

Tað snýr seg ikki einans um búnan, sum leikararnir eru klæddir í á vøllinum. Tað snýr seg fram um alt um Jesus, at hann fær innivist í hjørtum várum, so vit mennast og vaksa. Amen.

Orðið: ”Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara.” (Rómverjabrævið 14,1).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
Karsten Isachsen, “Som når et barn kommer hjem”, Forlaget Savanne, Christiansfeld 1983, bls. 35-36.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo