Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

- Eg havi tað fantastiskt, og eg eri ræðuliga spent. Soleiðis sigur Ásla Johannesen undan stóru avbjóðingini á Tórsvølli í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19:00, tá Kekkia kemur á vitjan.

Føroyska kvinnulandsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019. Liðið hevur havt fýra venjingar, og nú verður bara bíðað eftir sjálvum dystinum.

- Vit kunnu rokna við, at kekkiska liðið fer at leggja høgt press, og tí kann væntast, at hetta verður strævið fysiskt. Men vit eru til reiðar, sigur Ásla Johannesen við FSF Varpið.

Ókeypis atgongd er til HM-undankappingardystin ímillum Føroyar og Kekkia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo