Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Tann kinesiski vinnulívsmaðurin Dr. Tony Xia keypur Aston Villa fyri 60 milliónir pund, skrivar BBC.

Felagið váttar eisini søluna á síni heimasíðu í kvøld.

Tað er tó ikki bara nýggir eigarar sum eru á veg inn í felagið. Felagið skal eisini hava ein nýggjan venjarar, og verða Nigel Pearson og Roberto di Matteo nevndir í tí sambandinum.

Men nýggi venjarin verður helst ikki almannakunngjørdur, fyrr enn keypið er góðkent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo