Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Mítt tastatur

Nú hevur Kringvarp Føroya aftur gjørt seg upp til stóru gøluna um fiskivinnuna.

Nú skal uppboðssølan marknaðarførast.

Líkasum eitt framhald av teimum sendingum, sum Kringvarpið gjørdi  í 2015 um føroysku fiskivinnuna.

Hesar sendingar vóru rættuliga villleiðandi. Villleiðandi og skeiv tíðindi vóru givin.

Vestergaard varð lagdur undir at hava givið fiskiloyvi, sum hann ikki hevði givið.

Hesar sendingar gjørdu eisini sítt til, at samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin fall til seinasta val.

Nú hevur KvF fingið eitt nýtt vitni:

Astrup, sum í brellbitum verður endurgivin fyri at siga:

“Erstatning – Erstatning for hvad?”

Hesin góði Astrup hevur ikki serliga gott minni.

Hann hevur helst gloymt, at hann sum stjóri í BankNordik, í tíð og ótíð, legði eftir landsstýrinum.

Hann vildi hava loyvi at veðseta fiskiloyvir.

Tað var eisini sami góði Astrup, sum í síni tíð legði sak móti Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri mist veiðuloyvi.

Tað endaði við, at Astrup fekk viðhald í sínum endurgjaldskravi.

So vit spyrja eisini:

Astrup - Estatning for hvad?

ólavur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo