Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Lesarin skrivar

Øll vita, at galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap skal endurnýggjast 1. januar 2018. Sitandi samgonga hevur arvað avbjóðingina at loysa hetta málið við einari nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap. Tað skulu tey ikki lastast fyri. Ábyrgdin hevur verið kend í 10 ár, og nú sita vit her og skulu finna loysnir.

Tað ber væl til, at finna loysnir, sum ein breið fjøld á sjógvi og landi tekur undir við – Føroya landi til gleði og gagns. Ein fyritreyt fyri hesum er, at nýggja lógin verður ankrað í veruleikanum, har fólk liva og virka, bæði arbeiðstakarar og -gevarar, og so øll tey í avleiddu vinnunum, sum eisini liva av fiskivinnuni.

Mær kemur ikki nakað annað politiskt mál til hugs, sum hevur fingið so stóra mótstøðu, sum hetta við nýskipanini, sum enn liggur frammi til hoyringar. Tað er søguligt, at øll viðkomandi fakfeløgini á landi og sjógvi eru samd við allar viðkomandi arbeiðsgevararnar á sjógvi og landi, sum fáast við fisk. Av tí sama verður hetta uppskotið ikki ankrað í tí jørðildi, har tað skal tæna øllum.

Mítt tilmæli er tí, at politisku formenninir í samgonguflokkunum tora at bakka, anda inn (og út) og bjóða til nýtt kaffi. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at eg ikki mæli til nakrar broytingar, men tað má vera eitt sindur einfaldari, enn núverandi uppskot mælir til. Og nýggja uppskotið má taka hædd fyri teimum avleiðingum, sum ikki verða nevndar í lógaruppskotinum ella viðmerkingunum.

Nýggja uppskotið má eisini gerast soleiðis, at tað ikki verður neyðugt at seta fleiri fólk í starvi á landi at hava eftirlit við og skipa fyri at skriva allar tær sektirnar og bøturnar, sum annars eru væntandi, sambært viðmerkingunum í lógaruppskotinum. Lógin skal ikki gerast til at bróta.

Nøkur viðurskifti eru als ikki nevnd í lógaruppskotinum og viðmerkingunum, hóast ávirkanin á ávísar skipabólkar er ógvuliga stór og avlagandi. T.d. hevur Felagið Línuskip víst á, at tað ber ikki til hjá línuskipum at bjóða uppá livandi tilfeingi í kapping við skipabólkar, sum avrokna hýruna við næstan 20% minni, enn línuskipini gera. Hetta siga sáttmálarnir, so har kunnu skipini ikki gera annað enn at halda teir, men tað ber ikki til at bjóða í kapping við onnur, sum avrokna lægri hýru eftir lógligum sáttmálum. Av tí sama fara línuskipini ikki at keypa ein livandi stert, tí hýruparturin er størri enn hjá øllum øðrum skipabólkum. Lesarin skal so eisini vita, at línuskipini eru tey einastu, sum fiska munandi nøgdir av longu og brosmu. Um línuskipini hvørva, so fer hetta tilfeingið at liggja ófiskað. Fiskavirkini á landi mangla ofta rávøru í løtuni, og tað verður verri, tá línuskipini ikki vera til. Hetta er als ikki tikið við í uppskotinum. Politisku leiðslurnar eiga at seta seg meira inn í tað, sum tey arbeiða við.

Eitt annað, sum ørkylmar fólk í fiskivinnuni er, at tey, sum veruliga hava brúkt lógligu møguleikarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hevur verið í gildi síðani 1994, nú skulu missa síni rættindi. Hetta hava vit vitað leingið, men tað er ikki vist, at tað er rætt at gera so kortini. Kanska er ein millumvegur at finna, sum øll taka undir við. Latið okkum bakka eitt sindur og royna av nýggjum.

Tey línuskipini, sum hava fingið tað at borið til á nærleiðunum, vera revsað, tí tey hava onki grundarlag at fáa rættindi á fjarleiðunum í 2018 og frameftir, um núverandi uppskot verður samtykt. Og líka ringt er, at tey línuskipini, sum veruliga hava tikið kjansir og gjørt stórar íløgur, vera revsað á heimaleiðunum, tí tey hava víst árræði og vilja á fjarleiðunum. Afturvirkandi roknihátturin rakar tilvildarliga og ógvuliga ójavnt. Og ger tað ógjørligt hjá nøkrum at menna sítt virksemi á fjarleiðunum, tí har hava nøkur skip ikki verið seinastu árini. M.a. vegna løgnar og torskildar kvotuútlutingar í Eysturgrønlandi, og stongdar havnir í Kanada.

Mítt tilmæli er, at politisku flokkarnir tora at viðurkenna, at nýggja uppskotið má broytast munandi fyri at ankra tað í samgonguni og vinnuni á sjógvi og landi. Fáa vit nakrar mánaðir í friði og náðum at tingast í opnum bólkum, so tori eg at lova, at ongin í vinnuni fer at forða fyri einum munandi betri og meira gjøgnumskygdum uppskoti, sum fær fulla undirtøku – bæði politiskt og í samfelagnum annars.

Tað krevur eitt umgangandi time-out og arbeiðsfrið fram til september. Tað hevði tænt land og fólki væl, meti eg. Onkur fer at fiska í 2018 eisini – tað ræður bara um at gera tað við skili.

Kristian Martin Petersen
Fuglafirði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann