Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

- Høvuðsuppgávan hjá løgmanni er at hava eftirlit við landsstýrisfólkunum og til ta uppgávuna eru fleiri starvsfólk á Løgmansskrivstovuni, sigur Jørgen Niclasen, formaðuri Fólkaflokkinum, í sambandi við at løgmaður ætlar at seta kanning í verk.

- So tey eru før fyri at finna útav hvørjar avleiðingar ovurnýtslan á Glasi skal fáa.

- At seta ein advokat, er at renna undan ábyrgd og at lata ovurnýtsluna á Glasi halda fram, og nú sum advokatrokning, sigur Jørgen Niclasen.

- Undir orðaskiftinum um misálit á Rigmor Dam, so fór landsstýriskvinnan sjálv á røðarapallin og tók fulla ábyrgd av óheimilaðu yvirnýtsluni á Glasi.

- So ilt er at fáa eyga á, hvat løgmaður vil við eini kanning, annað enn at renna undan, sigur Jørgen Niclasen í stuttari viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo