Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Politikkur

Sambandsflokkurin samráddist við Karen Ellemann longu í februar 2016, og tá avgreiddi ministarin málið, og síðani er onki hent.

Sambandsflokkurin hevur ikki hug til, at gera málið um cpr-nummur til eitt mál við Tjóðveldi. Hetta hevur í grundini einki við Tjóðveldi at gera.

Vit vilja fegin hava, at føroyingar kunnu brúka donsk cpr-nummur, soleiðis at sjúklingar, lesandi og onnur fáa nógv greiðari mannagongdir og lættari við at flyta seg, eitt nú til Danmarkar. 

Í hesum talgildu tíðum, har borgarin vil avgreiða síni viðurskifti skjótt og smidligt – hava vit ikki brúk fyri óneyðugum seinkandi forðingum.

Vit skulu brúka teir fyrimunir, vit hava í Ríkisfelagsskapinum, eisini á hesum økinum. 

Tað er so sera einfalt, at taka heiðurin fyri nakað, sum man ikki eigur.

Sambandsflokkurin samráddist longu í februar 2016 við Karen Ellemann, sum tá var sosialmálaráðharri.

Hon avgreiddi málið.

At tað eru føroyskir myndugleikar, sum nú liggja á málinum, kann als ikki góðtakast.

Bárður S. Nielsen
Formaður Sambandsfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo