Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Lógin um fyrisiting av sjófeingi letur upp fyri møguleikanum at lata menningarkvotur út til ávís økir har atgongdin til tilfeingi er avmarkað, sammett við onnur øki.

Almenn ársverk og lønir
Hetta er góð tíðindi fyri tey økir (Sýslur) í landinum sum hava avmarkaða atgongd til almenn ársverk og lønarútreiðslurnar hjá landinum.

Á talvuni sum er hjálagt sæst at tá talan er um almenn ársverk og lønarútreiðslur eru Eysturoyggin, Vágar og Sandoy ringast fyri. (Sí talvu).

Almennir fermetrar
Hetta er eisini góð tíðindi tá talan eru um landsins bygningar fyri tey økir (Sýslur) sum eru ringast fyri tá talan er um fermetrar tal, har tað almenna leigar ella eigur.

Tey økir í landinum sum eru ringast fyri eru Eysturoyggin, Sandoy og Vágar. (Sí talvu).

Rímiligt
Sambært hesum talvunum er eingin ivi um hvørji økir eru ringast fyri, og sambært niðurstøðuni hjá meirilutanum sum júst nú hava samtykt útluting av almenna ágóðanum, at eisini tey økir sum eru ringast fyri á øðrum økjum fáa sama møguleika. Tað er væl ikki meira enn rímiligt.

Lasse Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo