Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Eitt Seriu A-felag hækkar kostnaðin av atgongumerkinum somikið sum 250 prosent tá ið Cristiano Ronaldo og Juventus koma á vitjan 7. oktober.

Talan er um felagið Udinese sum setur kostnaðin á atgongumerkinum upp, úr 30 evrum til 105 evrur, skrivar NRK.

Men tað er ikki bara Udinese sum hækkar prísin munandi. Í triðja umfari skal Juventus møta Parma, sum júst er flutt upp. Og har fara áskoðararnir eisini at merkja tað sum Tuttosport kallar «Ronaldo-effektin» munandi á pengapunginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo