Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Innlendis ítróttur

5. september 2019 kl. 19:45 skal føroyska A landsliðið aftur í eldin á Tórsvølli. Mótstøðuliðið er grannar okkara úr Svøríki.

Stórur áhugi er fyri dystinum, og fleiri hava longu tryggjað sær atgongumerki við at ogna sær landsliðspakkan, ið inniheldur atgongumerki til allar heimadystir í 2019.

Í Svøríki er eisini stórur áhugi fyri dystinum, og líkt er til, at tað verður útselt á plássinum, ið vera tillutaði fjepparum hjá útiliðnum.

Saman við Skansanum fara svensku áskoðararnir vónandi at skapa ein sera góðan stemning á Tórsvølli.

Fríggjadagin kl. 10 byrjar forsølan av atgongumerkjum til dystin ímóti Svøríki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo