Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

FSF: Mánadagin 29. apríl ræður um at sita klárur við telduna. Tá byrjar atgongumerkjasølan til EM-undankappingardystin móti Spania, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 7. juni klokkan 19:45.

Týsdagin 30. apríl byrjar atgongumerkjasølan til dystin móti Norra. Føroyar og Norra hittast á Tórsvølli mánadagin 10. juni, klokkan 19:45.

Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Har ber eisini til at keypa ymiskar fjepparalutir, so ein er klárur til komandi dystir.

Meðan umbyggingin av Tórsvølli fer fram, er pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum. Tá Tórsvøllur stendur liðugur, verður pláss fyri 5.000 áskoðarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo