Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Er neyðugt at tosa um atkomu? Er tað ikki ein sjálvsagdur rættur, tá hugsað verður um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek? Hvussu er í Føroyum, eru atkomuviðurskiftini í lagi?

Grein 2, í ST sáttmálanum sigur soleiðis: hugtakið “ algilt snið” er at skilja sum snið á vørum, umhvørvi, skipanum og tænastum, sum øll fólk kunnu nýta mest møguligt uttan at tillagingar og serskilt snið eru neyðug. “Algilt snið” forðar ikki fyri at útvega hjálpartól til fólk við ávísum breki, tá ið tørvur er á teimum.

ST nevndin hevur viðtikið eina almenna viðmerking (nr2) um atkomu. Viðmerkingin sigur, at atkoma er avgerandi fyri, at fólk, ið bera brek, kunna luttaka fult út og á jøvnum føti við onnur og soleiðis njóta síni grundleggjandi mannarættindi, frí- og rættindi. Atkoma verður somuleiðis lýst sum ein máti at gera íløgur í samfelagið, sum ein samhaldsfastur partur av eini burðardyggari menning 

Umráðandi, at verkætlanir, ið lýsa støðuna viðvíkjandi atkomu, verða nýttar og ikki enda sum ein fittur bóklingur, ið eingin lesur.

Í juni 2016, gav Nordens Velfærdscenter út bóklingin “ Et Norden för alla”. Bólkurin, ið gjørdi hesa verkætlan, varð  mannaður við fólkum úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Álandi, Íslandi, Noreg og Svøríki.

Í hesum bóklingi eru tilmælir. ið lýsa, hvat skal til fyri at gera eitt samfelag meiri atkomuligt.

Í mai 2017, varð verkætlanin Access Vestnorden, liðug og í hesum sambandi, varð skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har atkoma var høvuðsevni fyri dagin. Hendan verkætlan lýsir støðuna í Útnorðri, og týdningin av burðardyggari ferðavinnu.

Um vit hugsa um Føroyar, kunnu vit skjótt verða samd um, at enn væntar nógv í, áðrenn vit kunnu siga, at atkomuviðurskiftini eru í lagi. Alt ov mangan vísir tað seg, at tá farið verður undir at gera í stand, umbyggja ella byggja, er atkoma ikki tað, ið liggur fremst í huganum á fólki.

Atkoma er so nógv meir enn fysisk atkoma. Hvussu við fólki, ið eru deyv, blind, hava niðursetta hoyrn, lesi- og skriviveik, menningartarnað, atferðarólag?

Her eru nógvir spurningar, og nógv gott tilfar tøkt til tey, ið hava áhuga í at gera ein mun.

Sum føroysk umboð í norðurlendska  verkætlanarbólkinum viðvíkjandi atkomu til ferðavinnu, er tað okkara vón, at lands- og kommunu politikarar, taka tilfarið til sín, og í álvara gera nakað munagott við atkomuviðurskiftini øllum at gagni.

At enda vilja vit takka Birnu Hreidardóttir, ið varð ritstjóri á verkætlanini, fyri eitt megnar arbeiði.

Vegna føroyska partin av verkætlanini,

Ása Olsen og Theresa Turiðardóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo