Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

Í januar mánað skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring landið.

Ein natúrligur partur av hesum er tí eisini at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvallirnar kring landið.

Í hesum sambandi verður skipað fyri skeiði og fyrilestri í FSF-húsinum í Havn leygardagin 13. apríl, frá klokkan 09:00 til 12:00. Tá fara umboð fyri CAFE (www.cafefootball.eu) at kunna um, hvussu vit tryggja góð atkomuviðurskifti fyri øll.

Tað er ókeypis at luttaka, men ynskiligt er at fólk boða frá luttøku. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo