Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Innlendis ítróttur

FSF: HM-endaspælið stendur fyri durum, og eyguni hjá nógv teimum flestu fótbóltsáhugaðu verða komandi dagarnar vend ímóti Russlandi, ið er vertur fyri endaspælinum hesaferð. Í 2022 verður HM hildið í Katar, men so er spurningurin, hvør skal vera vertur í 2026.

 Undanfarin ár hevur tað verið soleiðis, at ein nevnd í FIFA hevur avgjørt, hvør skal hýsa endaspølum, men hetta er nú broytt. Á aðalfundinum hjá FIFA, sum verður í Moskva í morgin (mikudagin), skulu limalondini gera av, hvør skal vera vertur fyri endaspælinum um átta ár.

 Í felag hava USA, Meksiko og Kanada bjóða seg fram at vera HM-vertir í 2026, og tað sama hevur Marokko. Føroyska atkvøðan fer til tey trý londini, ið ynskja at fara saman um endaspælið.

 - Verkætlanin hjá USA, Kanada og Meksiko sær ógvuliga spennandi út. Hesi londini hava so gott sum allar vøllir klárar í dag, sum verður kravt til eitt endaspæl, og fíggjarliga sær tað eisini gott út, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroyar, við FSF.fo.

HM-endaspælið í Russlandi verður sparkað í gongd hósdagin 14. juni. Fyrsti dystur verður millum Russland og Saudiarabia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo