Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vágatíðindi

Atlantic Airways og Air France hava gjørt eina codeshare-avtalu. Tað varð kunngjørt á tiltaki í París í gjár fyri miðlum og ferðaskrivstovum.

Nýggja farleiðin hjá Atlantic Airways til París knýtir Føroyar til næststørsta knútapunktið í Evropa, Charles de Gaulle (CDG).  Atlantic Airways flýgur harvið beinleiðis til størsta miðdepilin hjá Air France, og harvið fer nýggja avtalan at lata upp fyri nógvum nýggjum ferðamøguleikum til og úr Føroyum.

Atlantic Airways hevur longu eina codeshare-avtalu KLM, ið er systurfelag hjá Air France. Tilsamans flúgva AirFrance og KLM til 314 ferðamál í 116 londum.

Fleiri av høvuðsrutunum hjá Atlantic Airways fara, umframt egin og KL-flognummur, nú eisini at bera AF-flognummur, og sostatt kunnu ferðafólk úr øllum heiminum ferðast allan vegin til Føroya við Air France. Avtalan inniber eisini, at Føroyar verða settar á sølulistan hjá AirFrance um allan heimin.

“Hjá Atlantic Airways arbeiða vit hvønn dag fyri at knýta Føroyar nærri umheiminum, og nýggja codeshare-avtalan við Air France saman við nýggju farleiðini til Charles de Gaulle er enn eitt stórt stig á hesi leið,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í viðmerking.

“Norður-Evropa er ein sera týdningarmikil marknaður fyri Air France og KLM. Vit leita altíð eftir nýggjum møguleikum fyri at styrkja okkara støðu á hesum marknaðunum. Í januar víðkaðu vit codeshare-avtaluna millum KLM og Atlantic Airways, og vit eru sera fegin um, at vit nú kunnu leggja Air France afturat,” sigur Gauthier Le Masne de Chermont, sølustjóri hjá Air France og KLM í Norðurevropa.

Tað fer at bera til at ferðast við codeshare-ferðaseðlum frá 1. juli 2019, og sølan fer í gongd longu 6. juni 2019.

Atlantic Airways flýgur beinleiðis til París mána-, miku- og fríggjadagar frá 1. juli til 30. september og eftir tað hvønn mánadag og fríggjadag allan veturin. 

Um AirFrance/KLM
Air France-KLM er fremsti, tá ið tað kemur til altjóða ferðslu og fráferðir frá Evropa. Tey bjóða kundum sínum atgongd til eitt netverk, sum fevnir um 314 ferðamál í 116 londum takkað verið Air France, KLM Royal Dutch Airlines og Transavia. Flotin telur 548 flogfør og við 101,4 mió. ferðafólkum í 2018 hevur Air France-KLM virkað við upp til 2.300 flogførum um dagin fyrst og fremst frá teirra miðdeplum í Charles de Gaulle í París og Schipol í Amsterdam.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo