Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Tekstlýsingar

Vit leita eftir einum starvsfólki til bókhaldið á høvuðsskrivstovu okkara á flogvøllinum í tíð­ar­avmarkað fulltíðarstarv fyri starvsfólk í barns­burð­ar­far­loyvi.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:  

• Kreditorbókhald
•Samskifti við veitarar
• Viðgerð av keypsfakturum
• Aðrar fyrisitingarligar uppgávur

Vit vænta, at tú...  
• hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving/royndir
• ert sera væl skipað/ur og hevur eyga fyri smá­lutum
• ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir
• hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir  
• dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir við bókhaldsskipanini Navision, eVáttan og Readsoft.

Vit bjóða tær:  
• eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum
• eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
• at gerast partur av eini altjóða fyritøku í støðug­ari menning
 
Løn- og setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðs­skriv­stovu okkara í Vága Floghavn. Starvið verður sett skjótast til ber. Setanartíðarskeiðið er frá 11. juni 2019 til 1. juni 2020.  

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo í seinasta lagi mánadagin 20. maj 2019.
 
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.  

Vilt tú hava meira at vita?
Set teg í samband við Tórhall Halgaklett, rokn­skap­ar­leiðara tlf. 21 37 09 / torhallur@atlan­tic.fo ella Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðari tlf. 21 37 02 / elin@atlantic.fo

Um okkum

Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastu­sinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvs­bólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa trygg­leika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutu­net við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.   

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo