Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Sum fríyrkis-flogterna/tænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð í summarmánaðunum juni, juli og august 2020. 

Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum, Keypmannhavn ella Billund og kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin og vísa, at Atlantic Air­ways er eitt flogfelag við fyrstafloks tænastu.

Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur – tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga sum gjørligt. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.

KRØV
Fyri at søkja starvið sum flogterna/tænari skalt tú:
• vera minst 21 ára gamal/gomul
• hava miðnámsskúlaútbúgving
• duga at samskifta á føroyskum, minst einum skandinaviskum máli og á enskum    
• hava góða heilsu, vanliga sjón, megna at svimja 200 metrar og kunna verða heilsugóðkend/ur til at fáa
• flúgviloyvi
• hava reina revsiváttan

SETAN
Setanarsamrøður verða í februar 2020, og verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildagsskeið í Føroyum, í viku 10, 11 og 12, áðrenn tú byrjar. Løn verður ikki gold­in í sambandi við skeið­ið. Starvsvenjing umborð á flog­førunum verður í apríl, mai og juni ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðir og -staður
Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinustarvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flog­førum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august.

Møguleiki er eisini fyri, at tú fert at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september.

Tú skalt vera tøk/ur frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2020. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógarásettu hvílitíðini.

Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar.  

Starv­ið er við støð í Føroyum, Keypmannhavn ella Billund. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum.

Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við Palmu Kajsdóttir, kabinuovasta á palma@atlantic.fo ella á tlf. 22 01 32 ella Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara á elin@atlantic.fo ella á tlf. 21 37 02.

Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starv sum fríyrkisflogterna ella -tænari, send okkum eina umsókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til  starv@atlantic.fo

Um­sókn­ar­freistin er tann 27. januar 2020.

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvs­fólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu upp­­gávur eru at knýta Føroyar nærri um­heiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu. 

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo