Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Ongar inntøkur vóru til føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum í triðja ársfjórðingi 2018, tað sæst í kvartalsroknskapinum, sum júst er kunngjørdur. Úrslitið gjørdist tí eitt hall uppá eina millión krónur.

- Nevnd og leiðsla hava í triðja ársfjórðingi hugsavnað seg um at sleppa felagnum undan skyldum, eins og gjørt hevur verið hinar báðar ársfjórðingarnar í ár, stendur í frágreiðingini.

Felagið upplýsir í hesum sambandi, at samráðingar framvegis eru um at sleppa burturúr skyldunum í Ettrick og Blackbird ímeðan útlitini fyri framleiðslu úr Orlando feltinum eru óbroytt.

Atlantic Petroleum seldi í fjør sín part av Orlando við teirri treyt at felagið fekk 2% av søluni av teimum fyrstu 5 mió føtunum frá feltinum og síðani 4,35% av restini av søluni. 

- Alt bendir á, at ætlanirnar um at byrja framleiðslu frá Orlando ímóti endanum av 2018 fara at halda, og tí koma inntøkur til felagið frá hesum næsta ár.

Atlantic Petroleum eigur framvegis eisini í nøkrum loyvum í bretskum og írskum øki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo