Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Vinna

Atlantsflog er fyrsti kundi at keypa útgerðina frá AirFi LEO sum ger tað gjørligt hjá teimum ferðandi at fáa samband við internetið.

Jóhanna á Bergi segði á messu um flogvinnu í Hamborg herfyri, at veruliga missiónin hjá Atlantsflogi er at binda Føroyar saman við umheimin.

- Vit gjørdu avtalu við AirFi seint í fjør og vit eru glað fyri, at vit eru tey fyrstu at royna hesa nýggju tøknina, segði hon millum annað tá hon tosaði fyri teimum sum tóku lut á ráðstevnuni.

Hon legði afturat, at nú kunnu ferðafólkini hjá Atlantic Airways senda stutt boð til vinir og familju, vera á sosialum miðlum og gera seinastu fyrireikingarnar, sum til dømis at bóka kamar á gistingarhúsi ella leiga bil frá flogfarinum ímeðan tað flýgur.

Miðilin getconnected hevur meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo