Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Útlendis ítróttur

Atlético Nacional bjóðar Chapecoense at vinna finaluna í Copa Sudamericana eftir syrgiligu flogvannlukkuna.

Í Medellin skuldi Chapecoense í morgin spæla fyrsta av tveimum finaludystum í Copa Sudamericana móti Atlético Nacional.

Henda kappingin í Suðuramerika kann samanberast við Europa League í Europa.

Tveir av leikarunum hjá Chapecoense eru millum tey upp til fimm, sum yvirlivdu flogvannlukkuna, skrivar Ritzau.

Fyrr var sagt at málverjin Marcos Danilo Padilha eisini var millum tey sum yvirlivdu, men sambært AFP doyði hann eisini í flogvannlukkuni.

Leikararnir sum yvirlivdu eru tann 27 ára gamli  verjuleikarin Alan Ruschel og tann 24 ára gamli eykamálmaðurin Jakson Ragnar Follmann.

Suðuramerikanska fótbóltssambandið (Conmebol) hevur kunngjørt, at allur fótbóltur er útsettur í óavmarkaða tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo